Lagt er upp til heitt orðaskifti í Løgtinginum, tá Fíggjarlógin fyri 2010 kemur til 1. viðgerð í dag. Serliga eru tunlarnir eitt eymt mál, ið verður drigið fram.
1.viðgerð av Fíggjarlógini fyri 2010 stendur á skránni hjá Løgtinginum í dag, í morgin og møguliga hósdagin, um neyðugt verður at taka hann við eisini. Sostatt er lagt upp til eitt sera drúgt og heitt orðaskifti í Løgtinginum.
Hugsast kann at Sandoyartunnilin og tunlarnir Norður um Fjall eru sera eym mál, ið javnan verða havd á lofti, samstundis sum tað, at eingir pengar eru settir av til minstuløn til fiskimenn, eisini kann elva til heitt orðaskifti millum løgtingslimir.
Løgtingsfundur verður settur klokkan 9, og eftir atkvøðugreiðslu um tríggjar skrivligar fyrispurningar, fer fíggjarlógarviðgerðin í gongd.