24 tinglimir atkvøddu fyri fíggjarlógaruppskotinum 2009 í kvøld. 3 viðgerð verður í morgin fyrrapart. Onnur viðgerð av fíggjarlógini 2009 endaði í kvøld. 24 tinglimir atkvøddu fyri, tveir ímóti og tveir atkvøddu blankt.
Meðan broytingaruppskotini frá andstøðuni fullu, vórðu broytingaruppskotini frá fíggjarnevndini samtykt, eins og tikið varð undir við uppskotunum frá samgongulimum í fíggjarnevndini.
Triðja viðgerð av fíggjarlógini verður í morgin klokkan 9.30.