Fíggjarlógin samtykt

Eftir aftur at hava kjakast í dag um smálutir í fíggjarlógini, so samtykti Løgtingið endaliga fíggjarlógina fyri næsta ár

Orðaskiftið bleiv aftur rættuliga langt í dag um fíggjarlógina fyri 2017, men fyri lítlari løtu samtykti Løgtingið uppskotið.

 

Tað vil siga, at nú er lagt fast, hvussu stórar útreiðslurnar hjá almennu Føroyum verða næsta ár og samstundis eisini inntøkurnar. Eftir tí samtykta fara góðar 200 milljónir krónur at leypa av næsta ár.

 

Andstøðan hevði 21 broytingaruppskot, men tey fullu øll. 21-12 var atkvøðutalið gjøgnumgangandi eftir at fíggjarlógin hevur verið viðgjørd í tingsalinum í góðar 30 tímar.

 

Tá ið fíggjarlógin var til endaliga atkvøðugreiðslu atkvøddu 29 fyri og fýra atkvøddu blankt og sostatt ongin ímóti.