Fríggjadagin verður fíggjarlógin fyri 2001 løgd fyri løgtingið.
Í sama sambandi verður eisini tíðindafundur í Norðurlandahúsinum, har Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum leggur fíggarlógina fram fyri almenninginum.
Eitt sinur størri
Tølini í fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2001 eru ikki almenn enn. Men tað er tó greitt, at skotin verður upp ein fíggjarætlan, sum er eitt sindur hægri enn fíggjarlógin fyri í ár.
Millum málsøkini, sum næsta ár fáa hægri játtan eru almanna- og heilsumál og skúla- og mentanarmál.
Játtanin til Almanna- og Heilsumál varð hækkað munandi eftir at Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, ið umsitur málsøkið, hótti við at fara úr sessinum, fekk hon ikki hægri játtan.
Helena Dam á Neystabø metti nevniliga ikki, at hon kundi umsita málsøkið á forsvarligan hátt, fekk hon ikki hægri játtan.
Orsøkin til, at játtanin til mentanar- og skúlamál er hækkað, er millum annað hækkaðu læraralønirnar.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vil ikki siga, hvussu høg fíggarlógin fyri 2001 er. Men hann váttar millum annað, at fíggjarlógaruppskotið hesaferð er gjørt soleiðis, at neyðugt verður ikki við eins nógvum eykajáttanum, sum í ár.
Til viðgerðar um góða viku
Fíggjarlógaruppskotið er rættuliga umfevnandi. Tí er neyðugt, at tingfólk fáa góða tíð at lesa tað ígjøgnum, áðrenn fyrstu viðgerð, heldur Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður.
Tískil verður fyrsta viðgerð av fíggarlógaruppskotinum ikki fyrr enn í minsta lagi ein vika er liðin frá at uppskotið varð lagt fram.
Tí kann ikki hugsast, at uppskotið kemur til viðgerðar í tinginum fyrr enn í fyrsta lagi týsdagin 10. oktober.
Vanligt er, at viðgerðin av fíggjarlógaruppskotinum tekur drúgva tíð, og sjáldan verður tað samtykt fyrr enn beint áðrenn jól.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vónar, at tað fer at eydnast at fáa skjótt, men gjølla viðgjørt, soleiðis at tað verður samtykt í góðari tíð.