Fíggjarlógin klár til 3.viðgerð

Løgtingið samtykti mánadagin fíggjarlógina við aðru viðgerð. Øll broytingaruppskotini hjá samgongutingmonnum uttan eitt vórðu samtykt, meðan uppskotini hjá andstøðuni fullu eitt fyri og annað eftir

Fíggjarlógin fyri næsta ár skal nú bert hava triðju og endaligu viðgerðina í løgtinginum, áðrenn hon er liðugt avgreidd. Eftir eina rættiliga drúgva aðru viðgerð mánadagin, samtyktu 20 tingmenn fíggjarlógina.

Nógv broytingaruppskot vórðu løgd fram á tingfundinum mánadagin. Umframt broytingaruppskotini frá meirilutanum og minnilutanum í fíggjarnevndini, løgdu einstakir tingmenn og tingmenn í felag fleiri broytingaruppskot fram.


Vildi hava lógina aftur í nevnd

Eitt uppskot um at beina fíggjarlógina aftur í fíggjarnevndina til nærri viðgerð fall. Tað var Jóannes Eidesgaard, sum legði uppskotið fram. Hann og restin av Javnaðarflokkinum vóru misnøgdir við ávís viðurskifti í uppskotinum. Eitt nú er Fíggjarmálastýrið komið við einari rúgvu av broytingaruppskotum, meðan fíggjarnevndin hevur viðgjørt uppskotið, og Vilhelm Johannesen átalar í álitinum frá fíggjarnevndini harðliga hesari mannagongdini. Men tað var serliga uppskotið um at, Landsverkfrøðingurin nú skal hava um hendi alt alment viðlíkahald, sum fekk øði í í løgtinginum í gjár.

Áður hava teir einstøku landsstýrismenninir havt eina ávísa játtan á fíggjarlógini at ráða yvir til viðlíkahald. Men allar hesar kontoirnar eru nú fluttar til Landsverkfrøðingin at umsita, og Javnaðarflokkurin heldur millum annað, at hetta skerjir frælsið hjá landsstýrismonnunum. Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin atkvøddu fyri uppskotinum hjá Jóannesi Eidesgaard um at koyra fíggjarlógina aftur í nevnd, men teir 18 samgongutingmenninir atkvøddu ímóti, og sostatt kundi løgtingið halda fram við atkvøðugreiðslunum.


59 milliónir dýrari

Viðgerðin í fíggjarnevndini endaði við at gera samfelagið góðar 59 milliónir krónur dýrari at reka næsta ár, enn landsstýrið upprunaliga hevði ætlað. Landsstýrið kom sjálvt við teimum størstu og dýrastu broytingunum. Eftir tilmæli frá Fíggjarmálastýrinum legði meirilutin í fíggjarnevndini fram broytingaruppskot, sum hækkaði útreiðslurnar 49 milliónir krónur, og meirilutin legði harumframt broytingaruppskot fram, sum hækkaði útreiðslurnar góðar tíggju milliónir krónur. Øll hesi broytingaruppskotini vórðu samtykt.

Nakrar av teimum dýrastu broytingunum fara til rentustuðul, Skopunar havn og Strandfaraskip landsins. 8,9 milliónir krónur skulu brúkast meira til rentustuðul enn upprunaliga mett, 3 milliónir til at umbyggja og tillagað portrið í Skopunar havn, og Strandferðslan hevur orsakað av høga oljuprísinum brúk fyri 9 milliónum afturat. Pengarnir skulu eisini brúkast til at røkja Skálafjarðarleiðina fyri. Ætlanin var annars at niðurleggja farleiðina.

Landsstýrið hevur eisini lagt fram uppskot fyri løgtingið um at broyta pensjónslógina, og 5 milliónir krónur skulu brúkast eyka til fyritíðarpensjónir í hesum sambandinum.


Gongd á tunnilsarbeiðið

Meirilutin í fíggjarnevndini gjørdi fleiri smærri broytingar í fíggjarlógini, sum vórðu samtyktar, og millum annað kom meirilutin ásamt um at fáa gongd á tunnilsarbeiðið millum Øravík og Hov næsta ár. Hendan játtanin er tí hækkað til 4 milliónir næsta ár.

Meirilutin í fíggjarnevndini kom eisini ásamt um at játta 3,5 milliónir krónur til ein nýggjan bústovn til sálarsjúk, sum eitt nú búgva á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, men ikki eru í viðgerð á sjúkrahúsinum. Tey hava onga aðrastaðni at vera, og tær 3,5 milliónirnar skulu brúkast til at fáa gongd á at byggja ella keypa hús til bústovnar til sálarsjúk.


Minnilutin vrakaður

Umboðini hjá andstøðuni í fíggjarnevndini royndu seg eisini við fleiri broytingaruppskotum á tingfundinum mánadagin, men einki teirra kom heilskapað ígjøgnum. Tey vóru feld eitt fyri og annað eftir.

Tilsamans høvdu hesi uppskotini dýrkað fíggjarlógina góðar 30 milliónir krónur. Tey snúðu seg millum annað um at hækka játtanina til Landssjúkrahúsið 5 milliónir, játtanina til Klaksvíkar sjúkrahús 2 milliónir og Suðuroyar sjúkrhús 1,2 milliónir krónur. Minnilutin mælti eisini til at játta 5 milliónir krónur afturat til bústovnar til sálarsjúk og 2 milliónir eyka til medicoteknisk tól umframt at hækka viðbótina til pensjónistar 10 milliónir krónur. Uppskotini fingu kortini bert atkvøðurnar frá andstøðuni, og tey vóru øll feld.

Tað sama vóru tey níggju uppskotini, sum komu í síðstu løtu frá einstøkum tingmonnum. Tað størsta av uppskotinum kom frá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum í felag, sum vildu hava løgtingið at hækka játtanina til at útbyggja Landssjúkrahúsið við 23 milliónum, so samlaða játtanin kom upp á 58 milliónir krónur næsta ár. Uppskotið fekk 13 atkvøður og fall.

Ein viðgerð er framvegis eftir, og tingmenn hava møguleika at koma við broytingaruppskotum millum aðru og triðju viðgerð, so tað er ikki óhugsandi, at fíggjarlógin broytir skap einaferð afturat, áðrenn hon er endaliga avgreidd.