Fíggjarlógin: Hesar eru raðfestingarnar

Í morgun varð fíggjarlógin løgd fram. Her er ein listi yvir raðfestingar, sum samgongan ætlar at samtykkja.

Fíggjarlógin hevur størsta avlopið í 16 ár, skrivar Fíggjarmálaráðið á heimasíðuni. Talan er um 408 mió. kr. í avlopið í 2018, og rakstrarútreiðslurnar vaksa 1,9%. Umleið 2/3 av avlopinum verður brúkt til at gjalda niður skuld, meðan umleið 1/3 verður sett í Búskapargrunn Føroya til at bjálva føroyska búskapin. Talan er um størsta avlop í einum fíggjarlógaruppskoti síðan 2001, skrivar Fíggjarmálaráðið. 

 

 

 

Somuleiðis verður sagt, at millum átøkini, sum eru sett á skrá fyri 2018 eru hesi: 

 

 

• Barsilsskipanin verður betrað – barsilstíðarskeiðið longt 2 vikur
• Innlendis ferðavinnumenningin munandi uppraðfest 
• Lesandi undir hægri lestri fáa lestrarstuðul tann 12. mánaðin
• Fyritíðarpensjónistarnir fáa 1.000 krónur meira um mánaðin
• Menningarætlan fyri heilsuverkið verður sett í verk – eitt nú við fleiri serlæknum, nýggjum endurmenningartilboði og nýggjum dagtilboði til børn og ung á psykiatriska deplinum 
• Munandi fleiri leigubústaðir gerast tøkir

 

 

• Nýggj náttúruverndarlóg og náttúrufyrisiting
• Persóns-, familju- og arvarrættarliga økið, útlendingamál og partvíst loftrúmið verða tikin heim
• Nýtt havrannsóknarskip og fíggjarligan styrk til Havstovu og Fiskiveiðieftirlitið
• Mentanargrunnurin munandi uppraðfestur við nýggjari minstulønarskipan fyri yrkislistafólk
• Fjølbroyttar íløgur kring alt landið – eitt nú nýggj høli til Sjóvinnustýrið í Vágum, nýggjan Húsarhaldsskúla í Klaksvík, miðnám í Kambsdali útbygt, íløga í eftirskúla og ítróttarháskúla í Suðuroy, íløgur í Landsjúkrahúsið, Glasir og í Klaksvíkar Sjúkrahús.