Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt síðstu hond á uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár. Uppskotið er farið til prentingar og skal leggjast fram fram á tíðindafundi mánadagin.
Fíggjarlógin fyri 2003 er fyrsta fíggjarlóg hjá hesi samgonguni, sum sá dagsins ljós 6.juni í ár. Á búskaparliga økinum hava teir fýra flokkarnir sett sær fýra mál, sum eru feld niður í sjálvt samgonguskjalið:
- Búskaparliga skal munurin millum inntøkur og útreiðslur á fíggjarlógini vaksa positivt á hvørjum
- Landsstýrið miðar eftir at gjalda niður skuld skjótari enn ætlað
- Blokkstuðulin verður fastfrystur
- Skatturin skal lækka
Karsten Hansen sigur, at hóast stór mál vóru niðurfeld í samgonguskjalið, so metir hann, at fíggjarlógin fyri 2003 fer at liva upp til samgonguskjalið. Fíggjarlógin fyri í ár er tann fyrsta, síðan ríkisveitingin úr Danmark varð skerd, og 623 milliónir krónur verður eisini upphæddin, sum kemur úr Danmark næsta ár.
- Málið er jú, at vit sum frálíður skulu fáa ein sjálvberandi búskap. Vit kenna fortreytirnar, og tí noyðast vit at laga fíggjarlógina eftir hesum, sigur Karsten Hansen. Hann slær tó fast, at yvirskot verður á fíggjarlógini fyri næsta ár.
Verður pláss til íløgur
Karsten Hansen vil ikki siga, hvussu nógv verður eftir til íløgur á fíggjarlógini fyri næsta ár ? hann vil bara siga, at rúmd verður at gera íløgur.Men tað er sumt, sum bendir á, at spurningurin um raðfesting av íløgum verður meira aktuellur nú enn fleiri av undanfarnu árum. Tí landskassin hevur longu bundið seg til fleiri íløgur, sum lættliga kunnu køva allan annan íløgutørv hjá tí almenna.
Landskassin hevur bundið seg til at gjalda 102 milliónir krónur í avdráttum til nýggja Suðuroyarskipið næsta ár, og harumframt skulu íløgur gerast fyri 30-35 milliónir krónur í samferðsluhavnir í Suðuroynni. Harumframt skulu 30 milliónir gjaldast næsta ár til Norðoyatunnilin og 20 milliónir krónur til undirsjóvartunnilin um Vestmannasund. Í sínum langtíðarætlanum hevur landsstýrið budgetterað við, at Landsverkfrøðingurin skal nýta 41 milliónir krónur til íløgur í landsvegir í 2003, 35 milliónir krónur skulu nýtast til nýbyggingina á Landssjúkrahúsinum og aðrar 8 milliónir skulu nýtast til íløgur í tól til Landssjúkrahúsið. Bara hesi fáu tøl, sum byggja á lógarbundnar útreiðslur til íløgur og langtíðarætlanir sambært fíggjarlógini fyri 2002, geva tilsamans yvir 250 milliónir krónur.
Sosialurin hevur frá keldum fingið at vita, at samlaða íløguloftið á fíggjarlógini fyri 2003 fer at liggja um 250-260 milliónir krónur næsta ár. Karsten Hansen vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til hetta tal, men sigur kortini, at síðstu árini hevur loftið ligið báðu megin hetta tal, og at talið tískil ikki er heilt við síðuna av.
Pláss til skattalætta
Nú arbeiðið at snikka saman eitt fíggjarlógaruppskot fyri 2003 er liðugt, er Karsten Hansen sum heild væl nøgdur við úrslitið. Hann hevur so mikið av áliti til fíggjarlógaruppskotið, at hann er sannførdur um, at tølini fara at halda tá saman um kemur.
- Vit hava gjørt eitt fíggjarlógaruppskot, har atlit eru tikin til samlaða búskapin og tað, sum er felt niður í samgonguskjalið, sigur Karsten Hansen. Hann leggur aftuat, at pláss verður til íløgur, og eisini kann hann lova, at pláss verður til skattalætta á fíggjarlógini fyri næsta ár.
Herfyri boðaði formaðurin í fíggjarnevndini, Óli Breckman, frá, at fíggjarnevndin fer ikki at góðtaka, at uppskot um eykajáttanarlógir koma fyri løgtingið í heilum, og tí skuldi fíggjarlógin metast sum útgangsstøðið fyri øllum útreiðslum. Og Karsten Hansen er samdur við fíggjarnevndarformanninum.
- Eg meti avgjørt, at tað er ein óvani, at eykajáttanaruppskot í stórum tali verða løgd fyri løgtingið mitt í einum fíggjarári. Sjálvandi kunnu óvæntaða útreiðslur stinga seg upp, men útgangsstøðið eigur altíð at vera, at eykajáttanir eru ein óvani, sigur Karsten Hansen. Hann leggur afturat, at hann fer at leggja dent á, at tølini á fíggjarlógini fara at halda, tá árið er av. Tí skulu allar eyka útreiðslur vera útreiðsluneutralar, tvs. at peningurin til tær skal takast av játtanini onkra aðra staðni.