Fíggjarlógin er eitt sminkað lasafar

Fær samgongan sín vilja, er tað liðugt við fiskivinnuni her á landi, sigur Jørgen Niclasen

Fíggjarlógin fyri næsta ár er eitt sminkað lasafar. Tað er skoðsmálið, fíggjarlógin fyri næsta ár, fær frá Jørgen Niclsen, løgtingsmanni fyri Fólkaflokkin, og formaður floksins.

 

Hann sigur, at útreiðslurnar á fíggjarlógini eru nógv størri enn samgongan vil viðganga. Hann væntar eisini, at samgongan hevur forroknað seg av álvara, tá ið tey vænta munandi størri inntøkur av tilfeingisgjøldum av ymsum slagi, samstundis sum at vit vita, at kvoturnar fara at minka. 

 

Skal samgongan fáa væntaðu inntøkurnar av tilfeingisgjaldið, mugu tey hækkast munandi – og so er liðugt við fiskivinnu her á landið, sigur Jørgen Niclasen

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá, hví hann eru so dapurtskygdur fyri næsta ár.