Tað varð roknað við, at stóra orðaskiftið í tinginum í dag fór at vera um fíggjarlógina fyri 2019.
Fríggjakvøldið varð álit til fíggjarlóg lagt fyri tingið, og formaðurin setti tað á skrá sum mál nummar ellivu á tingfundinum, sum varð settur klokkan 9.30 í morgun.
Tingfundur hevur verið í allan dag, men enn bíðar orðaskiftið um fíggjarlógina.
Tingið viðger í løtuni mál nummar níggju. Talan er um aðru viðgerð av uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti. Hetta er uppskotið, sum Sonja Jógvansdóttir legð fyri tingið 10. september, og sum er viðgjørt í trivnaðarnevndini.
Andstøðupoltikararnir finnast - eins og undir fyrstu viðgerð - hvassliga at mannagongdini, at tingið skal viðgera og samtykkja uppskot frá einum einstøkum løgtingsmanni, meðan teir halda, at landsstýriskvinnan í almennamálum, Eyðgunn Samuelsen, vera setta púra út at spælinum. Eyðgunn Samuelsen er ikki í tinginum undir viðgerðini av hesum málinum.
Uppskot um at einskilja P/F Postverk Føroya er á skrá, áðrenn tað verður farið undir viðgerðina av fíggjarlógini.
Tað man vera rættiliga sannlíkt, at tað verður tingfundur í morgin og ivaleyst eisini onkran annan dag í vikuni. Umframt at fíggjarlógin skal samtykkjast bæði við aðru og triðju viðgerð, so skal tingið viðgera fiskidagarnar í 2019 og uppskot til samtyktar um at siga upp Hoyvíkssáttmálan.
Fiskidagarnir skulu hava tríggjar viðgerðir umframt nevndarviðgerð, og uppskotið um at siga upp Hoyvíkssáttmálan skal hava tvær viðgerðir umframt at málið skal viðgerast í uttanlandsnevndini.









