Fíggjarlógin eitt útreiðslugildi

Andstøðan heldur lítið um nýggja fíggjarlógaruppskotið, og Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, skýrir tað fyri eitt reint útreiðslugildi - Rakstrarútreiðslurnar í nýggja fíggjarlógaruppskotinum eru 350 milliónir krónur hægri enn á seinasta uppskoti, og tað er ein methøg øking, sigur Jørgen Niclasen.

Hann heldur lítið um, at samgongan hevur valt at lata rakstrarútreiðslurnar eksplodera, meðan íløgurnar minka.

- Landið hevur eftir uppskotinum lægri íløgukarm enn Tórshavnar kommuna, og tað sigur ikki so lítið, sigur formaður Fólkafloksins.

- Men samstundis sum rakstrarútreiðslurnar eru sleptar leysar, so fær Landssjúkrahúsið somu uppfædd sum í fjør, og einki er sett av til nógv umrøddu granskingina, so eg havi enn eitt sindur ilt við at síggja, hvar tað er, at pengarnir fossa út, sigur Jørgen Niclasen.

Formaður Fòlkafloksins sigur eisini, at inntøkurnar verða mettar til 300 milliónir krónur meiri enn í fjør, og tað loyvir hann sær at ivast álvarsliga í fer at halda.

- Øll tekin eru um, at búskapurin fer at stagnera, og tí loyvi eg mær at ivast álvarsliga í, at fíggjarlógin fer at halda. Við teirri kós sum er løgd síggi eg fyri mær, at útreiðslurnar fara at gerast munandi hægri enn tær eru settar til, samstundis sum inntøkurnar ikki fara at gerast eins høgar, sum tær eru settar til í uppskotinum, sigur Jørgen Niclasen.

- So tað stutta av tí langa er, at tað slett ikki verður ráð til ta útreiðslugildi, sum nýggja fíggjarlógin er, heldur Jørgen Niclasen.