Fíggjarlógin 2005 er farin á glið

Fíggjarmálaráðið hevur fingið metingarnar frá ymsu ráðunum upp á lógarbundnu útreiðslurnar til komandi fíggjarár, og nú hevur fíggjarmálaráðið givið ráðunum ein karm at arbeiða innanfyri.
- Nú verður arbeitt úti í ymsu ráðunum við at koma við eventuellum tiltøkum og øðrum, sum kunnu gerast. Tey skulu koma við umstruktureringum, sum kunnu føra við sær eina rationalisering, sigur Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri.
- Til dømis er Sjómansskúlin og Maskinmeistaraskúlin eitt gott dømi um, at har leggur mann tveir stovnar saman, sum er innlýsandi, at tú gert, sigur fíggjarmálaráðharrin
Endaliga freistin hjá ráðunum at melda út til fíggjarmálaráðið, hvat tey vilja, er 14. juni. Aftaná tann 14. juni fer fíggjarmálaráðið í holt við at seta fíggjarlógina fyri 2005 saman, og tá verður sjálvandi nógv samskifti millum fíggjarmálaráðið og øll hini ráðini. Fíggjarlógin fyri 2005 skal fyriliggja Løgtinginum umleið 1. september í ár.