Fíggjarlógin

Eru vit bara í krepputíð ella eru Føroyar í veruleikanum tilafturskomið land?

Heini Olsen
---------

Burturi í tilafturskomnum londum yppa vit øksl og halda, at hatta ætlandi man vera vanlig siðvenja har á landi, tá okkurt berst á, sum óhugsandi er heima hjá okkum sjálvum, og sum rættir farisæar  rætta vit ryggin og frøast vit yvir, at so er.
Í seinastuni eri eg tó farin at ivast í, hvussu vorið er, og um bláoygda lívlanga sannføring mín veruliga man halda.
Sum øll vita, liggja vit saman við stórum parti av heiminum í fíggjarligari kreppu, og skulu vit øll sum frægast royna at halda skútuni flótandi, til bati sæst fyri stavn.
Einki er heldur at siga til, at tit, sum í løtuni ráða fyri borgum, við hvørt koma í rasshaft og ikki vita tykkum nøkur livandi ráð onnur enn ferð eftir ferð at finna onkran syndabukk at taka stoytin fyribils, so tit eina løtu afturat kunna verða sitandi; men tað er sjón fyri søgn, at í longdini ber tílíkur atburður heldur ikki til.
Eitt nú ganga helst hundraðtals sjúklingar við brekum, sum spilla teimum gerandisdagin ella kanska restina av lívinum fyri tey, sum fyri aldur hava avmarkað áratal eftir at liva; men brek sum í løtuni ikki eru so lívshóttandi, at skurðviðgerðin ikki kann bíða ein dag, vikur mánaðir ella ár – verður sagt!
Hvussu long hon verður fyri teirra part fær eingin at vita, tí bíðitíðin verður eftir øllum at døma so regluliga longd, at sjúklingurin bara verður meira og meira ørkymlaður, hvørja ferð boðini liggja í hinum politiskt bláðmálaða postkassanum.
Sum er, torir ongin av hesum sjúklingum opna munn fyri ikki aftur og enn einaferð kanska at verða settur allar aftast í ta áralongu bíðirøð, sum íkomin er av fíggjarávum.
Hin fólkavaldi vil ivaleyst siga, at loysnin av hesi naggatódn er ein góður spurningur, og at arbeitt verður við málinum; men tað er tíverri ikki nóg mikið, tí hvør einasti dagur, hesi fólk hvørki kunnu standa, ganga, sita ella liggja uttan pínudoyving ella noyðast draga seg fram við høkjum, næstan er at meta sum aftur ein oyðilagdur dagur av restini av lívi teirra, og eftirfarandi svar fáa tey ikki um, hvussu mangir munnu hesir misfarnu dagar fara at verða, áðrinn tann upp á seg lætta fráboðaða skurðhjálpin verður veitt?
Kortini vita vit øll, at skulu vit ikki nú av álvara fara at roknast millum tilafturskomin lond, so noyðast vit fyribils fyrst at hugsa um at gera tað vit kunnu fyri tí livandi menniskja, sum hevur tørvin – tá tað er farið, er ov seint.
Flestu teirra hava lagt støðið undir tað vælferð, sum vit hava ella í hvussu er seinastu mongu árini hava havt.
Fígging fæst eitt nú við at nýta teldufundir fram um ferðaseðlar, niðurskurð av løgtings- og landsstýrislimum, fyribils prís- og lønarsteðg, halda viðlíka tað, sum longu er avrikað av almennari bygging og heldur bíða samsvarandi við nýggjum prosjektum til frægari tíðir.