Fíggjarlógaruppskotið ikki tálmandi

Formaðurin í Búskaparráðnum, Jørn Astrup Hansen, heldur ikki, at fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum er tálmandi -Hatta er ikki nøkur tálmandi fíggjarlóg, sigur Jørn Astrup Hansen við Kringvarpið, og vísir á, at so leingi skattalættin ikki er tikin burtur, er talan um eina stimulering av búskapinum.

Jørn Astrup Hansen undrast eisini á, at landsstýrið ikki fyri langari tíð síðani hevur niðurlagað rentustuðulin, tí hann hevur óivað ábyrgdina av vøkstrinum í búskapinum.

-So leingi sum rentustuðulin ikki verður uppvigaður av ognarskatti, er eingin meining í honum, sigur formaðurin í Búskaparráðnum.