Nógv hevur verið tosað um skerjingar, og tað er serliga her, at misskiljingar eru. Um talan er um skerjing á einum øki, so má úrslitið vera minni játtan í 2009 enn í 2008, um tað ikki er veruleikin, so er ikki talan um skerjing. Tað sum talan tá er um, er at vøksturin í útreiðslunum er minni enn ætlanin var. Landsstýrið skeyt upp at økja útreiðslurnar við 288 mió, hesa upphædd minkaði fíggjarnevndin við 57 mió, so vøksturin í útreiðslunum var 231 mió ístaðinfyri 288 og undirskotið 503 mió ístaðinfyri 560 mió.
Dømir um minni vøkstur
Taka vit játtanina til fólkaskúlan sum dømi, so var játtanin í 2008 til fólkaskúlan 258 mió, ætlanin fyri 2009 var at fáa 17 mió aftrat til ymiskt nýtt og ivaleyst neyðugt virksemi. Fíggjarnevndin samtykti at geva fólkaskúlanum 12 mió meira í 2009 enn í 2008. Hetta merkir, at ístaðin fyri at fáa 17 mió meir so fær fólkaskúlin 12 mió meira. Hetta er ikki at skerja fólkaskúlan, men at minka vøksturin. Nakað annað er so, at hetta kann hava óhepnar avleiðingar, tí tað ber ikki til at íverkseta øll tey nýggju tiltøkini í 2009, sum ætlanin var, fyri at bøta um fólkaskúlan. Men ein kann ikki siga at fólkaskúlin er skerdur.
Sama er við Fróðskaparsetrinum. Har var ynski at fáa eina játtan á 31 mió í mun til 25 í 2008. Fíggjarnevndin minkaði upphæddina við 4 mió, so setrið fær 27 mió í 2009, tað vil siga 2 mió meira enn í 2008. Tað óhepna við setrinum er, at har var gjørd ein menningarætlan við fleiri nýggjum útbúgvingum og ein var lutvíst byrjaður at seta hetta arbeiðið í verk. Við samtyktu játtanini ber ikki til at seta tað í verk, sum var ætlað í 2009.
Ìløgur
Viðvíkjandi íløgunum, so søgdu allir búskaparfrøðingar, at tað hevði alstóran týdning at spjaða íløgur kring landið. Íløgurnar skuldu vera arbeiðsskapandi, fyri at virka sum ein mótvekt til kreppuna og vaksandi arbeiðsloysi. Uppskoti frá landstýrinum hevði nærum ongar íløgur í Norðoyggjum og Eysturoy. Hetta broytti fíggjarnevndin.
Tað er rætt, at tað ikki ber til at fíggjarnevndin hevur eina íløguætlan og landsstýrið eina aðra. Tað ið skal til, er at landsstýrið fær semju í samgonguni um sína íløguætlan. Tað hevði onki samskifti verið, hvørki í samgonguni ella millum landstýri og fíggjarnevndina, um íløgurnar. Samgongan hevði, og hevur enn ikki, gjørt nakra íløguætlan fyri samgonguskeiðið. Hetta ber til at fáa framt til komandi fíggjarlóg.
Arbeiði framyvir
Tað óhepna við niðurskurðinum í vøkstrinum á hesi fíggjarlógini var at fokuserað varð ov einsíðugt upp á at minka strukturella hallið, uttan at kanna hvørjar avleiðingar, ið niðurskururin hevði. Framferðarhátturin viðførdi eisini, at teir stovnar, ið sóu út til at brúka alla sína játtan í 2008 ikki vóru skornir nakað.
Var niðurskurðurin á teim ymsu kontunum eitt úrslit av eini politiskari viðgerð og raðfesting, so var tað nakað ein kundi verða samdur, ella ósamdur um, og tað hevði verið í lagi. Vert er at leggja til merkis, at tað var ein samd fíggjarnevnd, ið legði uppskotið fram, øll andstøðan tók undir við uppskotinum.
Tað sum nú hevur týdning er at fáa fíggjarlógararbeiðið aftur á beint. Samgonguskjalið sigur, at løgtingið skal hava eitt aðalorðaskifti um búskaparútlit og politiskar raðfestingar um várið, síðan skal hetta orðaskiftið liggja til grund fyri fíggjarlógararbeiðinum um heystið. Verður hetta gjørt, so eigur fíggjarlógin at verða eitt úrslit av politiskum raðfestingum og atliti til búskaparútlitini. At hetta verður verðuleiki í samband við fíggjarlógina fyri 2010 ferð Javnaðarflokkkurin at gera sítt til.










