Álitið til uppskotið um fíggjarlóg fyri 2009 verður í fyrsta lagi liðugt í morgin Ætlanin hjá fíggjarnevndini var, at álitið skuldi vera liðugt seinasta fríggjadg, men nevndarformaðurin, Annfinn Kallsberg, sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at álitið verður í fyrsta lagi liðugt í annaðkvøld.
Tá uppskotið kom í fíggjarnevndina, var hallið 270 milliónir krónur, men síðani tá hevur landsstýrið skorið aðrar 270 milliónir krónur av teimum mettu inntøkunum.
Gongst sum ætlað, verður álitið til næstu fíggjarlóg lagt fyri Løgtingið á tingfundi, sum verður seint seinnapartin í morgin, sigur Kringvarpið.










