Fíggjarkreppan sker í West Ham

Stjórin í enska West Ham, Scott Duxbury, viðgongur, at tað er væl møguligt, at fleiri av bestu spælarunum hjá felagnum verða seldir, nú transfer-vindeygað aftur er opið. West Ham hevur í ólukkumát kent sviðan av fíggjarkreppuni, og seinastu tíðina hevur ljóðað, at Craig Bellamy, Matthew Upson og Scott Parker allir eru á veg úr felagnum. – Vit eru ikki í eini støðu, har vit kunnu siga, at ein spælari als ikki er til sølu, sigur Duxbury við ensku miðlarnar.