Fíggjarkreppan onga beinleiðis ávirkan á Føroyar

- Altjóða fíggjarkreppan hevur enn havt sera lítla ávirkan á Føroyar. Hetta sigur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri. Einasta beinleiðis ávirkanin higartil er fallið á føroyskum partabrøvum, sum eru fallin samsvarandi útlendskum partabrøvum

Nógv verður sagt og skrivað í hesum døgum um altjóða fíggjarkreppuna, og um hvørja ávirkan henda kann hava á føroyska búskapin. Men enn hevur fíggjarkreppan næstan ongan beinleiðis ávirkan havt á Føroyar.

- Tað einasta, sum beinleiðis hevur ávirka okkum higartil er fallið á føroysku partabrøvunum. Har eru okkara partabrøv fallin líka nógv sum onnur partabrøv í somu vinnum, sigur Sigurd Poulsen, stjóri í Landsbankanum.

Tann meira óbeinleiðis ávirkanin er tann, at tað er blivið dýrari hjá bankunum at læna pening sínamillum.

- Útlánini eru dýrari í dag, og hetta merkir so at tað verður truplari hjá vanligum fólki at læna pening úr fíggjarstovnunum, tí at teir nú eru varnari við at læna pening út, vísir Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, á.


Oljurprísurin ávirkar jaliga

Tá fíggjarheimurin ferð eftir ferð verður skakaður av einum nýggjum skradli, hevur hetta sjálvandi eisini ringvirkningar. Tað sum hendir í Føroyum, sjálvt um fíggjarmarknaðurin í Føroyum ikki ridlar er, at innlendski eftirspurningurin er fallandi.

- Tað er innlendski eftirspurningurin er fallandi kann í síðsta enda skapa nakað av arbeiðsloysi. Tað er serliga í fiskivinnuni at hetta kann gera seg galdandi, kanska við at flakavirki lata aftur. Men partar av fiskivinnuni eru rímuliga støðugir, millum annað alivinnan, og hetta ger, at ávirkanin ikki verður eins stór sum hon kundi verðið, sigur Sigurd Poulsen.

Tað almenna virkar eisini sum ein stabiliserandi partur í fíggjarheiminum. Tað sum hendir av at innlendski eftirspurningurin er fallandi er, at tað almenna kann fáa hall á fíggjarlógini, eins og vit síggja á teirri fíggjarlógini, sum nú verður smíðað.

- Ein ávirkan, sum var sera kraftig frammanundan, er oljuprísurin, sum var sera høgur. Tað at hann nú er lækkaður aftur, kann geva vinnuni nakað av nýggjari luft, og tað er bara jaligt, greiðir Sigurd Poulsen frá.


Inflatiónstrýstið linkar

Tað sum nú hendir á altjóða fíggjarmarknaðinum er, tann eksplosivi vøksturin, sum hevur verið seinastu nógvu árini, er um at taka av.

- Vøksturin á altjóða marknaðinum fer at minka, og inflatiónstrýstið á altjóða marknaðin fer at linka. Hetta kann vera sera gott fyri Føroyar, men samstundis kann hetta eisini verða ein ring ávirkan, um so er at fiskaprísirnir eisini dala samsvarandi, sigur Sigurd Poulsen, stjóri í Landsbankanum.