Nógvir amerikanarar hava tað ringt í hesum døgum. Fíggjarkreppan hevur tikið beinini undan nógvum einstaklingum og húskjum, og mong hava mist allan sín pening og sita eftir við lánum, sum eru nógv størri enn tað virðið, sum var trygd upprunaliga. Á kreppumiðstøðunum ringja telefonirnar støðugt, og tað eru serliga tey, sum kunnu vegleiða fólki frá at taka lívið av sær, sum hava úr at gera.
- Mong siga okkum, at tey eru í ferð við at missa alt, sum tey eiga. Tey hava mist arbeiðið, heimið er næstan fokið, og tey megna ikki at rinda tað, sum tey skylda, sigur Virginia Cervasio, sum arbeiðir á einari kreppumiðstøð ímóti sjálvmorðum í statinum Florida.
Bæði kreppumiðstøðirnar og hjálparfelagsskapirnir siga, at nógvir amerikanarar siga kreppuna vera tað ringasta, sum er hent teimum síðani tann 11. september í 2001. Og fleiri orka ikki trýstið.
Í statinum Ohio beindi ein 90 ára gomul einkja fyri sær, eftir at myndugleikarnir høvdu koyrt hana úr húsunum, sum hon hevði búð í í 38 ár. Í Tennessee tók ein 57 ára gomul kvinna lívið av sær, tá løgreglan hótti við at koyra hana úr húsunum, tí hon hevði ikki goldið sínar rokningar. Og í Massachusetts fór ein 52 ára gomul kvinna eftir rifluni hjá manninumm og skjeyt seg, tí hon orkaði ikki at síggja tær ógoldnu rokningarnar.
Tað finnast uppaftur verri dømi um avleiðingarnar av fíggjarkreppuni í USA. Eitt er søgan úr Los Angeles um tann 45 ára gamla íløguráðgevan Karthik Rajaram, sum skjeyt konu sína, teir tríggjar synirnar, vermammuna, ein vinmann og at enda seg sjálvan.
(Kelda: Ritzau)










