Stígur í alheiminum, vantandi tilbúgvig, hvør er frægasta farleiðin? Tað er yvirskriftin á kjakfundi klokkan 19.30 í Miðlahúsinum í kvøld, sum Tjóðveldi skipar fyri Tað, ið byrjaði sum ein fíggjarkreppa í peningakervinum, er nú av álvara ávegis til at gerast ein búskaparkreppa. Daprastu spádómarnir samanbera støðuna við kreppurnar í tríati- og sjeytiárunum í farnu øld. Soleiðis sum heimurin er samanskrúvaður í dag, stendur ongin vardur, tá búskaparligu óløgini herja. Heldur ikki føroyingar og Føroyar.
Soleiðis skrivar Tjóðveldi í sambandi við ein fund, sum flokkurin skipar fyri í Miðlahúsinum í kvøld klokkan 19.
- Longu nú eru tekin um, at vindarnir, sum blása úti í heimi, eru farnir at gera um seg á okkara leiðum. Fíggjarstovnarnir hava saðlað um frá eini offensivari til eina defensiva strategi, stórir partar av høvuðsvinnuni eru í svárari neyð og hetta ávirkar nú almennu kassarnar í ólukkumáta, skrivar Tjóðveldi.
Víðari skrivar flokkurin, at alt harvið bendir á, at fleiri orsøkir eru til lága sveipið, vit eru ávegis í. Á fundinum vera fyrilestrar, settir spyrjarar og tónleikur.
Skráin fyri fundin sær soleiðis út:
Jørn Astrup Hansen, cand. oecon. og formaður í Búskaparráðnum fer at gera støðuna upp og gera sínar metingar um framtíðarstøðu Føroya í mun til tey kreppuávaringartekin, sum nú síggjast innan- og uttanlands.
Hjalti í Jákupsstovu, fiskifrøðingur og stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, fer at viðgera tilfeingistrupulleikan og geva sítt boð um, hvussu tað málið kann loysast.
Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og tingmaður, fer at greiða frá, hvussu orku- og umhvørvisspurningar koma at ávirka fíggjar- og búskaparligu gongdini í framtíðini, nationalt og globalt.
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, og Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtak, vera andmælingar í eini spurnarløtu, tá pallborðið, við teimum trimum, Astrup, Hjalta og Magna, er sett eftir fyrilestrarnar. Verða stundir fáa áhoyrararnir møguleika at seta pallborðsluttakarunum spurningar.
Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, verður orðstýrari.
Í einum steðgi fer Uni Arge at undirhalda við guitara og sangi.