Tað tykist, sum fíggjarkreppan, sum meira ella minni hevur verið lemjandi fyri fíggjarliga kervið í framkomna heiminum, so smátt er um at hasa av. Hetta skal skiljast soleiðis, at nú skuldi ikki longur staðið á hjá bankum og peningastovnum at útvega sær gjaldføri, og peningurin hjá Pallaba og Marsonnu er tryggur. Hetta skuldi so aftur merkt, at tað ber til at lána pening bæði millum peningastovnar og millum peningastovnar og vinnulív.
Tað er einum broyttum fíggjarpolitiskum hugbuðri fyri at takka, at fíggjarpreppan er um at hasa av. Tann turkatrúgv uppá, at fíggjarkreppur loysast av sær sjálvum, sum hevur valdað í framkomnu londunum er avloyst av eini almennari ásannan av, at henda ideologi er farin á húsagang saman við bankunum. Ein orsøkin til, at tað er gingið so galið er júst, at bankar og peningastovnar í stóran mun hava fingið loyvi at passa seg sjálv. Lítið eftirlit, lagaligar skattaskipanir og framur lukrativar optiónir hava elvt til spekulatión og máað støðið undan bankaskipanunum í víða um heimin. Teir fíggjar- og búskaparfrøðingar, ið hava mælt til størri eftirlit og meira skipað viðurskifti, hava fingið at vita, at øll planbúskaparlig tala skal tiga, og at tíðin við tí siðbundna sosialliberala ella sosialdemokratiska blandingsbúskapinum er farin med alla og ongatíð fór at koma aftur.
Men hvussu er og ikki, tá fíggjarkreppan leikar á sum verst koma flestallir nýliberalistar, frøðingar so væl sum forsetar, forsætisráðharrar og ein konstervativur samveldiskanslari kropp á kropp og siga: -Her er bert ein, ið kann hjálpa, og tað er staturin, bara staturin hevur megi og mátt at steðga fíggjarliga skriðulopinum. Hesi orð, sum vit nú hava hoyrt ein Busch, ein Fogh, eina Merckel og ein Brown siga, eru sum tikin um søgubókunum, kapitlið um Keynes. Men nú gekk tað ikki longur, tí ábyrgdarloysi, ágirndin og sjálvsøknið høvduð vunnið á viti og skili. Stjórnir og ES samveldi, G7 og G8 og hvat alt nú eitur, løgdu uppí leikin við ástøði Keyns´ og skattgjaldarans peningi og bjargaðu fíggjarkervunum.
Men søgan hevur lært okkum, at eftir eina fíggjarkreppu kemur vanliga ein búskaparkreppa við stagnatión og vinnuloysi. Støðan krevur tí altjóða og væl samskipað vinnupolitiska tiltøk. Henda støða krevur tætt altjóða samstarv og altjóða leiðslu. Hetta hava leiðararnir í heimsins mætastu ídnaðarlondum ásannað og fara í novembur at samtykkja altjóða búskaparætlan til verju móti skaðiligu avleiðingunum av fíggjarkreppuni. Henda støðan krevur leiðslu og leiðsluførleikar. Fleiri altjóða leiðarar, eitt nú Gordon Browvn og Angela Merckel, hava sýnt framúr leiðsluevni hesa tíðina, og alt bendir á, at USA, skjótt fær forseta, Obama, sum hevur evni og førleikar at leiða stórveldið burturúr tí búskaparliga og moralska óføri, sum Busch stjórnini hevur skapað. So kemur heimurin vónandi búskaparliga aftur á rættkjøl.