Fíggjarkreppan í Íslandi vísti, hvussu samantvinnaður altjóða fíggjarheimurin er, tí hóast teir íslendsku bankarnir vóru smáir í altjóða høpi. fekk kreppa teirra ávirkan víða um heimin. Sjálvt í Taiwan kostaði íslendska bankafallið pengar, skrivar Morgunblaðið. Sagt verður, at taiwanski fíggingarstovnurin Mega Financial misti 47 milliónir dollarar, tá íslendsku bankarnir hoyknaðu. Hetta er tó lítið samanborið við tað, sum Mega Financial hevur mist av amerikonsku bankakreppuni. Tann missurin er níggju milliardir dollarar, skrivar Reuters.









