Sveinur Tróndarson
Bankamálið, tað er okkara egna vit nú tosað um, stendur nú og bíðar eftir um rættarmálið millum Landsstýri og Den Danske Bank verður fuglur ella fiskur.
Fíggjareftirlitið fekk, sum øllum kunnugt, av grovfíluni í frágreiðingini frá kanningarnevndin, men tað er eftir øllum at døma ikki seinasti kritikkurin vit koma at hoyra um henda stovn.
Tá danskir fíggingarstovnar við Den Danske Bank og Peter Straarup á odda royndu at bjarga Hafnia, sum var komið í álvarsligar fíggjarligar trupulleikar, var felagið so illa koyrandi, at Fíggjareftirlitið hevði ætlanir um at steðga Hafnia.
Men Peter Straarup, stjóri í Den Danske Bank steðgaði hesi ætlan og fekk í staðin túsindvís av smáinvestorum og fleiri pensiónskassar at gera íløgu í fyritøkuna, sum tó fór so logandi á heysin bert stutta tíð eftir
Hetta er komið fram í einum rættarmálið, sum ein einsamallur investor hevur reist í sambandi við Hafnia málið.
Hann og sakførari hansara hava fingið fatur á loyniliga stemplaðum skjølum frá Fíggjareftirlitinum og tey skjølini vísa, at hevði eftirlitið hildið fast við sína ætlan, so høvdu mangir túsund danir og pensiónskassarnir við spart uml. tvær mia. krónur.
At ætlanin hjá Fíggjareftirlitinum var forpurrað hevði við sær, at eitt nú Den Danske Bank, spardi eina rúgvu av pengum, sum aðrir danir so vórðu noyddir at gjalda í staðin, søgdu danskir tíðindastovnar í gjár.
Eingin teirra hevði tó nakað boð um hvønn týdning hetta fær fyri Fíggjareftirlitið, tí mugu vit bíða eftir.










