Fíggjareftirlitið kannar AaB

Felagið hjá Súna Olsen og Jón Róa Jacobsen er biðið um at svara, hví teir hava inntøkurført 12 mió kr. í sambandi við víðarisølu. Víðarisølan viðvíkur ognarpartinum hjá AaB í sonevnda KMD-høvuðssætinum.
Í felagnum vijla teir tó vera við, at tað einki er forgjørt í hesum.
- Vit hava sjálvandi svarað fyrispurninginum, sum vit hava fingið. Sum eg síggja tað, so vilja tey í Fíggjareftirlitinum bara síggja, hvussu hetta er bókað hjá okkum. Tað hava tey nú fingið at vita, og so rokni eg við, at tey taka støðu út frá hesum, sigur Per Søndergaard, nevndarformaður í AaB A/S.
AaB hevði annars í 2005 eitt yvirskot á 4 mió kr. Vil Fíggjareftirlitið ikki góðkenna transaktiónirnar kring víðarisøluna, verður hetta broytt til eitt hall á 8 mió kr.