Fíggjareftirlitið hevur tagnarskyldu

Virksemið hjá Fíggjareftirlitinum er undir tagnarskyldu. Og tí ber ikki til hjá Fíggjareftirlitinum at geva Føroya landsstýri almenna kunning um peningastovnarnar í Føroyum.

Hetta sigur Bendt Bendtsen, búskapar- og vinnumálaráðharri, í einum svari til Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmann, sum hevur sett fyrispurning fram í Fólkatinginum.
Tórbjørn Jacobsen spurdi, hvørji stig danska ráðharrin ætlar at taka, so føroyingar fingu fult innlit í frágreiðingarnar hjá Fíggjareftirlitinum um støðuna hjá føroysku peningastovnunum.
Bendt Bendtsen vísir til lógargrundarlagið hjá Fíggjareftirlitinum, sum eisini byggir á ES-lóggávu. Men í heilt serligum førum, har Føroya landsstýri skal taka støðu til eina játtan til kreppuraktan peningastovn, hevði tað kanska ikki verið av vegnum at givið trúnaðarupplýsingar, sigur ráðharrin.
Annars upplýsir hann, at hann fer at bjóða Karsten Hansen, landsstýrismanni, til ein fund um yvirtøku av málsøkinum »Penge- og kreditvæsen«.