Fortreytirnar fyri keypinum av sunnu pørtunum av Amagerbanken eru uppfyltar, eftir at Fíggjareftirlitið hevur góðkent avtaluna millum Finansiel Stabilitet og BankNordik.
BankNordik gjørdi tann 18. mai 2011 avtalu við Finansiel Stabilitet um at yvirtaka allar privatkundarnar og teir flestu vinnukundarnar í Amagerbanken. Avtalan varð treytað av góðkenning frá Fíggjareftirlitinum.
Fíggjareftirlitið góðkendi í gjár keypsavtaluna.
Undirskriving av endaligu keypsavtaluni millum BankNordik og Finansiel Stabilitet kann tí fara fram ein av komandi døgunum, og eftir hetta kann yvirtøkan fullførast.