Fíggjarætlanin fyri eykabýráðsfund

Á eykabýráðsfundi hóskvøldið 25. oktober fer Tórshavnar býráð at hava fyrstu viðgerð av fíggjarætlanaruppskotinum fyri 2008 Uppskotið til fíggjarætlan fyri høvuðsstaðarkommununa næsta ár javnvigar við 742,4 mió. krónum. Fíggjarætlanin fyri 2007 javnvigar til sammetingar við 590,1 mió. krónum.

Teir stóru postarnir í komandi fíggjarætlan eru barnaansingin, sum er mett til 135 mió. krónur, og íløgur, sum eru mettar til 253 mió. krónur, umframt fimm milliónir til smábátahavn.

Skattainntøkan komandi ár er mett til 574 mió. Í verandi fíggjarári er hon góðar 536 mió.

Eisini fíggjarætlanin hjá Tórshavnar havn kemur til fyrstu viðgerð mikukvøldið. Tað uppskotið javnvigar við 73,1 mió. krónum.

Kelda: Tórshavnar kommuna