Fíggjarætlan hjá Leirvíkar Kommunu

Leirvíkar Kommuna

Tíðindaskriv

Leirvíkar Bygdarráð hevur á fundi 26. november 2007 endaliga samtykt fíggjarætlanina fyri 2008.

Skattaprosentið í 2008 verður óbroytt 21% og barnafrádrátturin hækkar til 5.000 kr. fyri hvørt barnið. Foreldragjaldið í barnaansingin verður óbroytt.

22 mió. kr. eru játtaðar til íløgur. Helvtin av hesi upphædd eru íløgur, sum eru fluttar frá 2007. Her er talan um nýggjan bátahyl til smábátar, sum tað higartil ikki hevur eydnast kommununi at sleppa í gongd við. Bygdarráðið hevur í ár sett 3 mió. kr. av til nýggjan bátahyl.

Stórur tørvur er á grundstykkjum, bæði til sethús og vinnuligt virksemi, og tí hevur bygdarráðið avsett 7 mió. kr. til útstykkingar. Trupult hevur gingist at keypa festijørð og seinasta árið er jarðarprísurin mestum tvífaldaður, og hetta ávirkar eisini íløguna til útstykkingar.

Fólkatalið økist í kommununi og somuleiðis tørvurin á barnaansing. Størsta einstaka íløgan á 8 mió. kr. í 2008 fer til bygging av nýggjum dagstovni við Garð.

Í fjør var vatnveitingin í bygdini munandi útbygd og nú er túrurin komin til vinnuøkið úti á Vík, har 1,5 mió. kr. eru avstettar til nýggja vatnveiting.

Í samband við útbyggingarnar er í mongun føri neyðugt at broyta og víðka um verðandi býarskipan og byggisamtykt. Bygdarráðið hevur arbeitt við nýggjari býarskipan í meiri enn eitt ár nú, og peningur er avsettur til at gera hetta arbeiðið liðugt í 2008.

Hendan fíggjarætlanin er tann seinasta, sum bygdarráðið ger fyri Leirvíkar Kommunu, áðrenn Gøta og Leirvík í 2009 leggja saman í Eysturkommunu. Leirvíkar Kommuna hevur í hesum sambandi játtað 2,5 mió.kr. til nýggjan umsitingarbygning í Norðagøtu.

Leirvíkar Kommuna er fíggjarliga væl fyri og bygdarráðið vónar við hesi fíggjarætlan at verða við til at økja um trivnaðin og menningina í bygdini.

Leirvík, tann 28. november 2007