Óbroytt skattaprosent men hægri barnafrádrátt. Á fundi hjá Eiðis bygdaráðið tann 30. nev var samtykt at skattaprosentið fyri 2008 skal verða 19,5 % - tað sama tað er í ár. Hinvegin varð samtykt at hækka barnafrádráttin úr 4.500 kr. til 5000 kr.
Fíggjarætlanin fyri 2008 varð somuleiðis samtykt og javnvigar hon við 31.047.000 kr.
Raksturin verður góðar 16 mill. kr. og íløgurnar góðar 14 mill. kr. Meginparturin av íløgujáttanini fer til útbyggjan av havnarlagnum, grevstur og planering av Hólmanum og til liðuggerð av barnagarðinum, sum eftir ætlan verður tikin í nýtslu móti sumri.
Skattskylduga inntøkan hjá Eiðis kommunu er mett til 108 mill. kr. og verður inntøkan av skatti og aðrari inntøku mett til góðar 21 mill. kr. Restin, uml. 10 mill. kr., verður fíggjað við innistandandi og -ella lántøku.