Tá vinnumálaráðið hevbur orðað ein málsetning, verður nevnd sett at endurskoða fíggingina av samferðslukervinum Tað samtykti landsstýrið á fundi í dag eftir uppskoti frá Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinnu í vinnumálum.
Við útvarpið hjá Kringvarpinum sigur hon, at gandaorðið í komandi fíggingarmynstrinum er samhaldsfesti, men hon avsannar, at hetta er ein roynd at snúgva sær burtur úr øllum ruðuleikanum um undirsjóvartunlarnar.
Í nevndini, sum skal endurskoða fíggingina av samferðslukervinum, verða fólk frá vinnumálaráðnum, fíggjarmálaráðnum, løgmálaráðnum og/ella Strandfaraskipum landsins, Landsverki og kanska onnur eisini. Nevndin fær tríggjar mánaðir til arbeiðið.










