Fíggingarstovnurin hevur eisini ábyrgd

- Vit hava latið fíggingarstovnin vita, at talan er um eina støðu, sum er rættiliga álvarsom. Vit halda, at stovnurin, sum fíggjar verkætlanina, eigur at taka eina ávísa ábyrgd av teimum avleiðingum, sum verkætlanin hevur havt við sær fyri fleiri sjófólk úr øðrum landi, sigur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag

Topaz

 

Síðan málið um verksmiðjutrolaran Topaz, sum liggur í Las Palmas á Grand Kanariu, tók seg upp, hava føroysku manningarfeløgini og onnur tikið málið upp fyri at vita, hvat gerast kann fyri at hjálpa manningini úr teirri kreppu, hon er komin í.

Skipið er undir føroyskum flaggi, men útlendska manningin er ikki limur í føroyskum feløgum. Kortini hevur reiðari, sum hevur skip undir føroyskum flaggi, ymiskar skyldur sambært lógini um trygd á sjónum og sjólógini.

Tey trý manningarfeløgini, Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag, hava tosað saman um trupulleikarnar og ein teirra, sum hevur havt ein týðandi leiklut í málinum, er formaðurin í FNS, Eyðstein Djurhuus.

- Eg frætti fyrstu ferð um viðurskiftini um ólavsøkutíð. Tá setti umboðsmaðurin hjá altjóða felagsskapinum ITF seg í sambandi við okkum. Hesin segði, at teir høvdu trupulleikar við at fáa fatur á reiðaranum, Bjarta Mohr. Eg setti meg tá í samband við Bjarta, sum segði seg royna at loysa málið.

Eyðstein sigur, at næsta stigið var at seta seg í samband við teir í Føroyum, sum fíggja Topaz-verkætlanina.

- Vit lótu fíggingarstovnin vita, at talan er um eina støðu, sum er rættiliga álvarsom. Vit hildu, at stovnurin, sum fíggjar verkætlanina, eigur at taka eina ávísa ábyrgd av tí, sum er farið og fer fram millum reiðaran og verkætlan hansara – við teimum avleiðingum, sum hetta hevur havt við sær fyri fleiri sjófólk úr øðrum landi.

Eyðstein sigur, at fíggingarstovnurin ikki var

serliga hugaður at tosa við felagið um ávísar verkætlanir, sum teir hava við viðskiftafólk.

- Vit hildu í hvussu er, at fíggingarstovnurin átti at vita, hvussu vorðið er, sigur hann.

Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag sigur, at felagið síðan vendi sær til føroysku myndugleikarnar á økinum, og í hesum førinum er talan um Skipaeftirlitið.

- Sambært lógini um trygd á sjónum og sjómanslógini eru ávísar treytir, sum ein føroyskur reiðari hevur skyldu til at fylgja. Talan er eitt nú um, at manningar hava krøv um sømiligar arbeiðsumstøður, kost-og nøktandi heilsuumstøður. Vit lótu Skipaeftirlitið vita, at manningarfeløgini, sum hava havt samband við sjófólkini umborð á Topaz, ikki eru trygg við umstøðurnar og viðurskiftini hjá manningini.

Eyðstein Djurhuus sigur, at feløgini eisini hava havt beinleiðis samband við onkrar av manningini umborð á Topaz.

- Vit hava tosað við umboð fyri manningina um, hvørjir møguleikar eru, og hvørji stig kunnu takast.

Hann vísir á, at tá sjómenninir umborð á Topaz ikki eru limir í føroyskum feløgum, er avmarkað, hvat feløgini kunnu gera fyri teir.

- Vit hava eitt nú víst á, at altjóða felagsskapurin ITF, sum hevur umboð í Las Palmas, kann ”arrestrera” skipið og vísa til føroysku sjólógina, og tá verða tað hýrukrøvini, sum fáa fyrsta prioritet.

Eyðstein Djurhuus vísir á, at talan er um ein reiðara, sum er komin í knýpi, og sjálvur dugir hann onga meining at síggja í, at Bjarti Mohr verður úthongdur og dálkaður.

- Tað, sum nú ræður um, er at finna eina sømiliga loysn fyri fiskimenninar, so hesir kunnu fáa tað, teir eiga til góðar hjá reiðaranum.

Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag hevur skilt, at Topaz er eitt stórt verksmiðjuskip, sum Bjarti Mohr hevur keypt, og sum leingi hevur verið til umbyggingar í Las Palmas á Grand Kanaria.

- Sum eg skilji, hevur umbyggingin ikki gingið eftir vild, og skipið er tískil ongantíð komið til fiskiskap.

Eyðstein Djurhuuus heldur, at einir 70 mans vóru umborð á skipinum í byrjanini, og nú eru so 42 eftir umborð.

- Vit hava skilt menninar soleiðis, at teir vilja ikki fara at skipinum, fyrr enn teir hava fingið sína hýru, tí fara teir fyrst heim, er vandi fyri, at teir ongantíð fáa sín ágóða, sigur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.