Fíggingargrunnurin: Pástandurin hjá Tórbjørn Jacobsen er skeivur

- Tað er ikki rætt, at fýra navngivnir føroyskir íleggjarar eru valdir út at keypa 28% av Føroya Banka. Hesin pástandur er skeivur, og Fíggingargrunnurin heldur tað vera umráðandi, at henda misskiljing verður beind av vegnum, sigur Eyðun á Rógvi, formaður í Fíggingargrunninum Tað er útsøgnin hjá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni Tjóðveldisfloksins, sum fær Fíggingargrunnin at gera vart við seg. Grunnurin sigur, at fyrireikingin at einskilja Føroya Banka gongur framá, og at grunnurin metir tað vera neyðugt at nágreina fleiri viðurskifti í sambandi við tilgongdina

Arbeiðið at einskilja Føroya Banka gongur framá í fullum samsvari við løgtingssamtyktina um at einskilja og børsskráseta bankan.

- Men eftir orðaskiftið í løgtinginum mikudagin um tilgongdina hevur í fjølmiðlunum verið nevnt, at fýra navngivnir føroyskir íleggjarar eru valdir út at keypa 28 prosent av Føroya Banka. Hesin pástandur er skeivur, og Fíggingargrunnurin heldur tað vera umráðandi, at henda misskiljing verður beind av vegnum, sigur grunnurin í tíðindaskrivi.

Fíggingargrunnurin sigur, at í eini sølutilgongd sum hesari er tað púra vanligt at hava innleiðandi kunningarfundir við møguligar íleggjarar fyri at kanna áhugan. Hetta hevur eisini verið gjørt í hesi tilgongdini. Tílíkir kunningarfundir eru púra óbindandi fyri báðar partar.

Veruleikin er, at tílíkir fundir hava verið við fleiri føroyskar og útlendskar íleggjarar, og at nevndu íleggjarar bara eru fýra av fleiri møguligum íleggjarum, sum fundast hevur verið við.

Hvørki teir nevndu fýra íleggjararnir ella onnur møgulig áhugað hava fingið lyfti um nakað slag av framíhjárætti, og møguligir íleggjarar hava heldur ikki givið tilsøgn um at keypa størri ella minni part av partabrøvunum, sigur Eyðun á Rógvi, formaður fyri Fíggingargrunnin frá 1992 í tíðindaskrivinum.

Hann heldur tað vera umráðandi at gera greitt, at Fíggingargrunnurin heldur seg til eina børsskrásetingartilgongd, sum tryggjar:

- at eitt breitt útboð verður gjørt til privatar og stovnsligar íleggjarar eins og føroyskar og altjóða íleggjarar

- at øll kunnu tekna partabrøv undir somu treytum

- at eftirspurningurin á marknaðinum fer at gera av endaliga prísin

- at øll, sum geva nóg høgt boð og fáa partabrøv, rinda sama prís

- at ongir einstakir íleggjarar fáa framíhjárætt

- at allir smáir privatir íleggjarar fara at kunna keypa partabrøv

Niðurstøðan hjá Fíggingargrunninum er tí, at tilgongdin at børsskráseta Føroya Banka samsvarar tí fult og heilt við vanliga altjóða leistin fyri børsskráseting av fyritøkum.