Ferðavinna
Ferðráðið flytir úr Gongini yvir í Vágsbotn, tí P/F Trygd skal brúka hølini, har Ferðaráðið nú er, og sum Føroya Banki eigur. Sosialurin hevur fingið at vita, at ein leiguhækkan upp á 1.500,- krónur um mánan, sum Fíggjarmálastýrið ikki kann góðkenna, er orsøkin. Hinvegin verður nýggi leigusáttmálin hjá Ferðaráðnum 5.866,- krónur dýrari, enn tann núverandi. Og nýggju hølini hjá Ferðaráðnum liggja nógv verri fyri enn tey gomlu, tá hugsað verður um at fáa fremmand ferðafólk inn á gólvið.
Málið snýr seg um, at Føroya Banki, sum eigur hølini, Ferðaráðið hevur húsast í, vildi hækka leiguna frá 800,- krónum fyri fermeturin, til 900,- krónur fyri fermeturin.
Fíggjarmálastýrið svaraði aftur, at Stýrið ikki kann góðtaka hægri leigu enn kr. 800,- fyri fermeturin fyri høli, sum tað almenna leigar.
Hølini, sum Ferðaráðið leigar í gamla Sjóvinnubankanum í Gongini, hava eina gólvvídd upp á 180 fermetrar, og hevði árliga leiguhækkingin sostatt verið 18.000,- krónur ella 1.500,- krónur um mánan.
Talan er um smápengar fyri Føroya Banka, men bankin vildi so kortini hækka leiguna. Tá Fíggjamálastýrið ikki vildi góðtaka hækkingina, varð Ferðaráðið sagt upp, og P/F Trygd, sum er tryggingarfelag hjá Føroya Banka, flytir í hølini.
Størri og dýrari
Men søgan endar ikki har, tí Feðraráðið skal hava onnur høli at verða í. Tey vórðu funnin í kjallaranum hjá Føroya Fiskimannafelag í Vágsbotni. Tey eru 268 fermetrar til víddar og kosta árliga 214.400,- krónur at leiga. Tá er leigan 800,- krónur fyri fermeturin, sum Fíggjarmálastýrið kann góðtaka.
Um Fíggjarmálastýrið hinvegin gekk við til at hækka leiguna í Gongini við 100,- krónur fyri fermeturin, hevði árliga leigan hjá Ferðaráðnum verið 162.000,- krónur, sum hevði verið ein nettosparing upp á kr. 52.400,- um árið ella 4.366,ð krónur um mánan í mun til tann leigusáttmálan, sum nú er gjørdur við Føroya Fiskimannafelag.
Men tað er ikki alt. Hølini, sum Ferðaráðið skal flyta inn í í Vágsbotni, skulu umbyggjast, soleiðis, at Ferðaráðið kann brúka tey til sítt endamál. Tann umbyggingin fer samlað at kosta 150.000,- krónur. Og tað er meira, enn tað hevði kostað at leigað í Gongini í eitt heilt ár við teirri leiguni, sum Føroya Banki ynskti í nýggja sáttmálanum.
Hesar 150.000,- krónurnar hevur Ferðaráðið ikki fingið serstaka játtan til, og verða tær tí tiknar av rakstrinum hjá ferðaráðnum
Burtur frá ferðafólkunum
Umframt kemur so, at flytingin av Feðraráðnum frá gullrandaðu adressuni í Gongini til ein kjallara í Vágsbotni er beinleiðis eftir reyv, tá hugsað verður um at tæna fremmandum ferðafólki, sum kemur til Føroya.
Hølini, sum Ferðaráðið flytir úr, lógu uttan samanbering nógv best fyri í landinum yvirhøvur hjá fremmandafólki at finna. Hjá øllum, sum komu í land av ferðamannaskipunum, sum komu til Havnar - og tað gera tey flestu nú einaferð - varð skiltið hjá Ferðaráðnum tað fyrsta, tey fingu eyga á. Og rættiliga nógv komu eisini inn á gólvið at fáa upplýsingar og aðra hjálp.
Nú Ferðaráðið flytir yvir í Vágsbotn, verður hesin møguleikin ikki til staðar. Nú skal ferðamaðurin leita eftir skrivstovuni hjá Ferðaráðnum, og tað kann væl gerast trupult hjá einum fremmandum.
Væl verður tað lættari hjá teimum, sum koma við egnum seglbátum og slíkum førum, at finna Ferðaráðið, tí tey leggja vanliga at í Vágsbotni. Men tað stóra talið fer at missa, við at Ferðaráðið flytir, eru fólk í ferðavinnuni púra sannførd um.
Tá Ferðaráðið í síni tíð flutti í hølini í Gongini, sum nú verður flutt úr aftur, vaks talið á vitjandi fyrsta árið úr 3.000 upp í 9.000. Ein trífalding. Og tað hóast flytingin bara var nakrar metrar. Munurin var, at gamla adressan var í einum hølum longri úti í Gongini, sum ikki sóust av Eystaru Vág, har stóra talið av fremmandum ferðafólkum kemur á land í Føroyum.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa viðmerkingar frá Føroya Banka ella Fíggjarmálastýrinum, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Bæði Janus Petesen, stjóri í Føroya Banka, og Christian C. Nielsen, stjóri í Trygd, eru burturstaddir. Og Tummas Magnussen, stjóri á Lønardeildini hjá Fíggjarmálastýrinum, sum umsitir leigumál hjá tí almenna, var ikki at hitta.