##med2##
Tróndur Arge hevði tveir gestir í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin.
Fyrri gesturin hjá Tróndi var Georges Rouah, formaður hjá ÍF. Hjá ÍF er talan um góðar dagar. Liðið fekk eina góða byrjan í Betrideildini við einum 2-1 sigri á Skála, og sunnudagin marsjera ÍF og HB út frá nýggja snotuliga ítróttarhúsinum í Fuglafirði.
Haraftrat sleppa áskoðarar aftur til dyst, tó við Corona-frástøðu. Georges Rouah greiðir frá, at tey í ÍF hava skipað tríggjar seksjónir til dystin millum ÍF og HB, og eitt ávíst tal av HB-áskoðarum sleppa eisini til dystin.
Seinni gesturin hjá Tróndi var Teitur Joensen sum metti um dystirnar sum vera hetta vikuskiftið:
Leygardagin klokkan 14: TB-KÍ
Sunnudagin:
Klokkan 15: ÍF-HB (FM1 sigur frá dystinum)
Víkingur-Skála
B36-AB
Klokkan 17. EB/Streymur-NSÍ (FM1 sigur frá dystinum)
Teitur og Tróndur tóku eisini samanum 1. umfar í Betrideildini.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina.