Fuglfirðingar gjørdust júst ov stuttir í fjør, tá liðið endaði á triðja plássi aftanfyri TB og Skála. Í ár er ætlanin hjá teimum at enda hægri á stigatalvuni enn í fjør.
Og byrjanin til hesa kappingina kundi neyvan verið betri. ÍF vann heili 8-1 á KÍ, sum ikki hevði tað stóra at bjóða uppá. Tó so at sum fyrri hálvleikur gekk, so hevði eingin varhugan av, at tað fór at enda við stórsigri.
ÍF kom á odda eftir bert tríggjar minuttir við máli sum Eyðálvur Petersen skoraði. Hann fekk fatur í einum langum bólti úr høgru síðu. Hann kom at standa leysur í vinstru síðu í brotsteiginum, og hóast málverjin, sum var komin út ímóti, fekk hondina á bóltin, so sníkti hann seg innum.
Eftir hetta leikaði javnt á í báðum endum, men móti endanum av fyrra hálvleiki legði ÍF sjógv ímillum. Verjuleikarin Mortan Thomsen økti til 2-0, tá hann breyt ígjøgnum í vinstru síðu. Hann fór framvið tveimum verjuleikarum, áðrenn hann langaði til, og bólturin fór inn við nærmastu stong.
Tveir minuttir seinni kundi Rúni Petersen økja við brotssparki, og tá misti KÍ mótið til seinna hálvleik.
Fýra mál í átta minuttir
Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik økir Rúni Petersen til 4-0. So kom stígur í málskjótingina eina løtu, men so bragdaði aftur smáar tjúgu minuttir seinni.
Tá fekk ÍF fýra mál innanfyri átta minuttir. Tey málini skutu Heini Heinason (2), Rúni Petersen og Eyðálvur Petersen. KÍ kom tó á máltalvuna áðrenn dystarlok. Tað var Olgar Danielsen, sum hevði síðsta fótin á og minkaði um munin.
Hetta var tó bert eitt troystarmál, og ÍF fekk fyrsta sigurin í ár til høldar. Hetta boðar frá góðum, og kanska kann ÍF vera ein kandidatur til uppflytingina í ár. KÍ má hinvegin taka sær um reiggj, um liðið framhaldandi skal hava umboðan í 2. deild.
Dysturin í tølum:
ÍF ? KÍ 8-1 (3-0)
1-0: Eyðálvur Petersen
2-0: Mortan Thomsen
3-0: Rúni Petersen
4-0: Rúni Petersen
5-0: Heini Heinason
6-0: Eyðálvur Petersen
7-0: Heini Heinason
8-0: Rúni Petersen
8-1: Olgar Danielsen