ÍF gav EB/Streymi harða mótstøðu

ÍF gav oddaliðnum í Formuladeildini skarpan gang í Streymnesi seinnapartin. Hetta var tætt við at senda EB/Streym úr steypakappingini, men felagsliðið megnaði at avgera uppá brotssparkskapping.

 

Tíðliga í fyrra hálvleiki legði Ronnie Samuelsen heimaliðið á odda. Tað gekk tó ikki leingi, áðrenn Elvan Taser javnaði fyri ÍF. Sami Ronnie Samuelsen legði EB/Streym á odda 2-1, og tá ið fyrrverandi ÍF?arin, Hanus Eliasen, skoraði til 3-1, sá dysturin út til at vera avgjørdur. Men soleiðis var als ikki. Fyrst minkaði Elvan Taser um munin til 2-3, og stutt fyri leiklok eydnaðist tað Nenad Saric at javna til 3-3. Hetta sendi liðini út í longda leiktíð. Í longdu leiktíðini komu tvey mál, eitt til hvørt liðið. Høgni Zachariasen legði ÍF á odda 4-3 við flottum saksasparki, men við sínum fullgjørda hattrikki javnaði Ronnie Samuelsen fyri EB/Streym.

Eftir hetta mátti avgerast við brottspørkum. Seks ferðir sparkaði hvørt liðið og avgerðin fall, tá René Tórgarð bjargaði brotssparkinum frá Fritleif í Lambanum, og harvið sendi ÍF úr steypakappingini.