ÍF-Fleyr 3-2: Avgerandi bóltarnir (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu flogbóltsmennirnir hjá ÍF vendu 0-2 til ein 3-2 sigur á Fleyr á Kambsdali

ÍF livir enn í stríðnum at heinta inn SÍ og Fleyr, og harvið tryggja sær rættin at møta Mjølnir í FM-finaluni hjá monnum.

 

ÍF var aftanfyri 0-2 í settum ímóti Fleyr, men so funnu fuglfirðingar stríðsøksina fram og vunnu 3-2. Ígjár vann Mjølnir 3-1 á SÍ í badmintonhøllini í Klaksvík.

 

ÍF-Fleyr 3-2 (22-25, 18-25, 25-22, 25-18 og 15-8)

 

Mjølnir er greitt oddalið við 27 stigum. Fleyr er nummar tvey við 11 stigum, SÍ er nummar trý við 10 stigum og ÍF er aftast við seks stigum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá frásøgumaðurin, Hilmar Jan Hansen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum. Brian Poulsen var viðmerkjari.

 

HERber til at hoyra samrøðurnar Hilmar Jan Hansen gjørdi við Suna Juul Pedersen hjá Fleyr og Bartal Eliasen hjá ÍF.