FLOGBÓLTUR
ÍF og SÍ hava verið liðini, sum oftast hava verið í steypafinaluni hjá monnum í flogbólti, fimm ferðir í part, og hetta er fjórðu ferð, at júst hesi bæði liðini møtast í finaluni. ÍF hevur vunnið tvær av uppgerðunum og SÍ eina, so mansfinala má sigast at hava eina eyka dimensjón.
Hóast Bartal Eliasen ikki hevur verið so nógv við hjá ÍF í vetur, kann hann við sínum drúgvu royndum frá millum annað 46 landsdystum gerast ein av fleiri lyklaspælarum, tá finalan verður bríkslað í gongd seinnapartin í morgin.
– Sjálvt um eg ikki havi verið tað stóra við, so kann eg staðfesta, at tað undir venjingunum hevur sæð sera gott út. Eg haldi, at alt er klárt hjá okkum til finaluna, sigur Bartal, sum sjálvur hevur verið við til at vunnið tríggjar steypafinalur.
– Vit hava eitt øgiliga gott álop, men veikleikin hjá okkum hevur kanska verið, at vit hava spreitt spælið ov lítið. Men vit hava í síðstu venjingunum arbeitt við at fáa spælið soleiðis, at vit kunnu vera vandamiklir á øllum plássum og ikki bara tveimum.
Gleða seg til finaluna
Longu leygardagin gjørdist greitt, at ÍF er føroyameistari í mansflogbóltinum, tá Mjølnir vann á SÍ. Tað úrslitið hevði við sær, at ÍF nú var fimm stig framman fyri bæði SÍ og Mjølnir, sum bara høvdu tveir dystir eftir at spæla. Og tá ÍF sunnudagin á útivølli vann á Fleyr, var leiðslan útbygd til sjey stig.
Í vetur hevur ÍF verið rættiliga sannførandi og bara tapt ein dyst, sum var tann allarfyrsti í kappingini – og júst ímóti mótstøðuliðnum í morgin, SÍ. Spurningurin er so, um fuglfirðingar eru mettir og væl settir, tí teir longu hava vunnið sítt.
– Vit høvdu ikki væntað, at landskappingin fór at verða avgjørd so tíðliga, og tað er ikki nakað, vit hava tikið sum givið. Vit hava vant við fullari ferð og tikið ein dyst í senn, og gleða vit okkum bara til finaluna, sigur Bartal Eliasen.
– Nú føroyameistaraheitið er fingið til høldar, er tað ikki sørt, at áhugin fyri flogbóltin bæði sæst og hoyrist í Fuglafirði. Og eg ivist ikki í, at vit fáa nógv fólk við okkum til Havnar at stuðla okkum.










