1. deild menn:
B68-ÍF 1-2 (0-2)
Fuglfirðingar bitu frá sær, tá teir spældu við knívinum fyri barkan.
ÍF hevði harðliga brúk fyri stigum undan dystinum móti B68 sunnudagin, og hóast leikbann og skaðar gjørdu fortreytirnar sigri verri, fótaði ÍF sær á grasinum á Svangaskarði, og teir vunnu, hóast tað leikaði hart á móti endanum.
Fuglfirðingar máttu spæla uttan fleiri av stuðulsspælarunum seinastu umførini. Símun Eliasen var farin aftur til Danmarkar, Torstein Joensen, Eyðun Samuelsen og Ken Bærendsen vóru skaddir og Robert Cieslewicz hevði leikbann.
Men nýggju menninir og nýggja samansetingin av liðnum riggaði væl, og ikki minst álopsparturin vísti dygdir.
Rúni Petersen spældi saman við Bárður á Lakjuni, sum var við fyri fyrstu ferð í ár, og teir vóru sera ídnir. Teir fluttu seg væl, royndu alla tíðina at skapa nakað, og hildu fast um beinleiðis spæl móti B68-málinum.
Skoraðu tvær ferðir
B68 fekk fyrstu ávaringina eftir bara nakrar fáar minuttir, tá Rógvi Róin fekk skot á innleggi.
Og tá gott korter var spælt, legði ÍF seg fram um. Abraham Hansen (var viðaftur fyri fyrstu ferð í fleiri vikur) og Rógvi Róin samanspældu á miðvøllinum. Tá B68 royndi at draga ÍF-arnar í rangstøðu, lyfti Rógvi upp um B68-verjuna, har Bárður á Lakjuni lá og lúrdi. Bárður fekk fatur á bóltinum og lyfti upp um málverjan hjá B68, sum kom út ímóti.
Bárður á Lakjuni hevur spælt við 3. deild tað mesta av hesum árinum, men fótboltsevnini eru eyðsýnd, hóast venjingarstøðan ikki stendur mát.
Tá góður hálvur tími var spældur av dystinum, økti ÍF til 2-0.
ÍF fekk fríspark frammi í høgra borði av vøllinum, teir gjørdu skjótt av, og inni við málið var tað Viggo Johannesen, sum var fyrstur á og stútaði bóltin í kassan til 2-0.
B68 minkaði
Í fyrra hálvleiki gekk spælið javnt á, men tað var ÍF, sum fekk meira burtur úr.
Brasiliumaðurin Marlon (sum spældi væl allan dystin) slapp fleiri ferðir avstað í høgru, men ongantíð spurdist nakað serligt burtur úr.
Í seinna hálvleiki tók B68 alsamt meira yvir teir. Teir vóru meira ágangandi eftir steðgin, góvu seg meira í nærdystunum og fluttu seg væl um allan vøllin.
Fuglfirðingar fullu til at spæla kontrafótbólt, og tað gav onkrar møguleikar.
Eftir at Øssur Jacobsen var komin á vøllin, og Signar Johannesen eisini fór fram við, gekk nógva av vandamikla spælinum hjá B68 fyri seg í vinstru.
Og tað var eisini innskifti Øssur Jacobsen sum minkaði um munin til 2-1. Eftir fleiri innlegg, sum fuglfirðingar fingu ruddað burtur, endaði tað við at Øssur varð spældur leysur, og eisini han var kaldur og lyfti upp um málverjan.
B68 trýsti
Eftir málið til 2-1 hevði B68 meginpartin av spælinum Teir trýstu fyri at javna, og teir høvdu fleiri naskar royndir.
Rúni Joensen í ÍF-málinum stóð væl, og hann var tyggur hvørja ferð vandi var á ferð.
ÍF hevði onkur mótálop, sum kundu havt kastað meira av sær. Álopsmaðurin Rúni Petersen átti at fingið meira burtur úr leysum kjansi, og meira enn eina ferð var um reppið, at ÍF?arnir komu leysir av tunnu B68-verjuni, tá toftamenn løgdu nógv fyri frammi á vøllinum.
Í B68-verjuni manglaði Finn Mørk, og Fróði Clementsen fekk heldur ikki spælt. Haraftur er Edmund Jacobsen skaddur, og tí spældi Oleif Joensen, sum ikki hevur vant nakað serligt eftir summarsteðgin í miðverjuni.
Á miðvøllinum hevði ÍF sett Viggo Johannesen at mansverja Fróða Benjaminsen, og tað nervaði B68-liðføraran.
B68, sum langt síðani er komið úr vanda, tapti móti einum svongum ÍF-liðið, sum nú sær møguleikan fyri heilt at sleppa undan niðurflyting.
B68: Allan G. Joensen ? Jan Petersen, Oleif Joensen, Messias, Signar Johannesen, Lucio ? Marlon, Fróði Benjaminsen, Jákup Djurhuus ? Marcelo, Aksel Højgaard
ÍF: Rúni Joensen ? Eyðolvur Joensen, Tomek Przybylski, Áslakur Petersen, Sigfríður Abrahamsen, Roy Róin ? Abraham Hansen, Viggo Johannesen, Rógvi Róin ? Rúni Petersen, Bárður á Lakjuni