ÍF føroyarmeistarar


 

Flogbóltur


Menninir hjá ÍF vunnu í dag avgerandi dystin í meistaradeildini, tá teir bert lótu Mjølnir vinna fyrsta settið í dystinum í Klaksvík.

Dysturin var í byrjanini merktur av nógvum nervum, har feilirnir vóru fleiri í spælinum hjá ÍF. Sum leið, fekst tó betri glið á, og eftir at hava tapt fyrsta settið, skúgvaðu fuglfirðingarnir allan iva til viks, tá teir vunnu tey trý fylgjandi settini

Sosialurin ynskri ÍF hjartaliga tillukku við meistaraheitinum