fótbóltur
Felagið hjá føroyskum útisetum í Keypmannahavn kundi markera ein serligan dag sunnudagin. Hetta var nevniliga fyrstu ferð í 66 ára søgu felagsins, at eitt kvinnulið hevur umboðað ÍF Føroyar í kappingini hjá KBU (Københavns Boldspil Union).
Liðið spælir í seriu 1, og fyrsti dysturin gekk eisini væl. Kvinnurnar hjá ÍF Føroyum vunnu nevniliga 6-0 ímóti GVI eftir 2-0 í steðginum. Málskjúttar vóru Irdi H. Nónklett (2), Teresa S. Andersen (2), Svanna V. Nielsen og Maria Vang.
Liðið varð mannað við hesum leikarum: Vivian Spange Larsen, Lív Mikkelsen, Paula Sjóstein, Liljan av Fløtum Jespersen, Linda Skorheim, Maria Vang, Silja á Borg Færø, Sunnva Kjærbo, Svanna Vesturdal Nielsen, Irdi H. Nónklett, Teresa S. Andersen. Útskiftarar vóru Súsanna Haraldsen, Gunn S. Müller, Monja Hammer og Aslaug Suðuroy