ÍF Føroyar hevði frívikuskiftið, men týskvøldið tóku føroysku útisetarnir ímóti Bispebjerg. Frammanundan hevði ÍF Føroyar tapt sínar báðar dystir, men í triðju royndini vendi skútan og liðið er aftur á sigurskós. Erling Fles legði ÍF Føroyar á odda tíðliga í dystinum, men í hálvleikinum var Bispebjerg á odda 1-2. Føroysku leikararnir fullu tó ikki í fátt, og við tveimum málum í seinna hálvleiki, tryggjaði Erling Fles føroyska liðnum í Seriu 1 fyrsta sigurin í ár. Soleiðis vann ÍF Føroyar 3-2, og ikki óvæntað valdu liðfelagarnir trímálaskjúttan Erling Fles til dagsins leikara.