ÍF Føroyar uttan liðformann

Hann er annars ? í mun til fleiri aðrar ? staddur í Keypmannahavn, men ólukkutíð fyri felagið, er hann vorðin sjúkur.

Tíbetur hevur liðið tó fleiri leikarar at ráða yvir. Hetta eigur føroyska flogfelagið Atlantic Airways stóran lut í, tí Atlantsflog hevur latið fleiri ferðaseðlar til ÍF Føroyar, soleiðis at fleiri leikarar sleppa niður til stóra dystin. Hetta stendur at lesa á donsku fótbóltsheimasíðuni bold.dk.

Eisini aðrir miðlar hava fingið eyguni upp fyri dystinum. Millum annað hevur danska sjónvarpsrásin Kanal 5 fylgt føroysku leikarunum undan dystinum, eins og hon verður til staðar og filmar undir og eftir dystin.

Innslagið, sum kemur burtur úr, verður víst um eina viku sum upptakt til at Kanal 5 fer at sjónvarpa fyrstu dystirnar frá steypakappingini.

 

Dysturin, sum er fyrsta umfar í Ekstra Bladet Cup, verður spældur á Gladsaxe Stadion klokkan 18.30 danska tíð.