ÍF Føroyar á TV2

Leyagrdagin spældi føroyska útisetaliðið í Keypmannahavn, ÍF Føroyar, dyst ímóti FC Bornholm. Eitt upptøkulið frá TV2/Bornholm var til staðar, og rásin sendi eitt innslag frá dystinum leygarkvøldið. ÍF Føroyar vann dystin 3-1 við málum, sum Heini í Skorini, Jørgein Meitelberg og Ken Nónklett skoraðu. Á heimasíðuni hjá ÍF Føroyar, sum er fotboltur.dk, er ein slóð til innslagið hjá TV2/Bornholm.