Føroysku áhugaleikararnir í ÍF Føroyum skulu av álvara royna seg hin 13. august í ár. Tá er mótstøðustøðuliðið AB, sum spælir í næstbestu donsku deildini. Soleiðis lagaði lutakastið til fyrsta umfarið í donsku steypakappingini seg. Dysturin verður leiktur á Kløvermarken í Keypmannahavn, sum er heimavøllurin hjá føroyingafelagnum.
ÍF Føroyar spælur í seriu 1, sum er sætt besta deildin í Danmark. AB, sum ikki hevur Christian Høgna Jacobsen í hópinum longur, endaði á triðja plássinum í farna kappingarári.