ÍF Føroyar liggur til niðurflyting

Tað sær ógvuliga svart út hjá ÍF Føroyum í Seriu 1, sum nú ikki longur einsamalt kann avgera lagnu sína í deildini

Fótbóltur

 

Tað byrjaði annars væl, tá ÍF Føroyar spældi dyst ímóti Bk. Viktoria um vikuskiftið. Palli Augustinussen legði útisetarnar á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Men so megnaði ÍF Føroyar ikki at skapa stórt meira.

Góða spælið teir vístu fyrstu løtuna gloymdu teir burtur, og lótu teir Viktoria sleppa inn í dystin. Heimamenninir í Fælledparken trýstu støðugt føroysku leikararnar, og eitt korter fyri leiklok bragdaði hjá teimum. Tvey mál innanfyri eina lítla løtu var nóg mikið at punktera ÍF Føroyar, sum ikki megnaði at svara aftur.

Tapið kemur ógvuliga dátt við. Nú kann ÍF Føroyar ikki longur avgera lagnu sína sjálvt. Sum støðan er í løtuni, flyta fimm lið niður í Seriu 2. Og á einum tíggjunda plássi er liðið undir niðurflytingarmarkinum – trý stig aftanfyri Rødovre.

Tað merkir, at ÍF Føroyar skal vinna á Tårnby, samstundis sum Viktoria skal vinna á Rødovre í ársins seinasta leikumfari, um ÍF Føroyar skal hava eitt lið í Seriu 1 komandi kappingarár.