ÍF Føroyar leingir sáttmálan við venjaran

Niels Strøm Rødgaard heldur fram sum venjari hjá føroyska fótbóltsliðnum í Keypmannahavn

Føroyska fótbóltssliðið í Keypmannahavn, ÍF Føroyar, hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við venjaran, Niels Strøm Rødgaard.

 

Niels Strøm Rødgaard byrjaði sum venjari hjá 2. liðnum í 2015, men hevur síðan august 2016 tikið sær av 1. liðnum. Nýggi sáttmálin er galdandi frá mars 2019 til juni 2019.

 

- Vit eru sera glað og takksom fyri arbeiðið, ið Niels hevur gjørt fyri ÍF Føroyar og gleða okkum til framhaldandi gott samstarv, skrivar ÍF Føroyar á heimasíðu síni. 

 

Besta mansliðið hjá ÍF Føroym leikar dagliga í Keypmannahavnarseriuni.