ÍF Føroyar hevur sett venjara

Besta mansliðið hjá ÍF Føroyum hevur í dag fingið nýggjan venjara

Tað hevur í eina tíð verið greitt, at venjarin undanfarnu árini, Christian Høgni Jacobsen, gevst sum venjari hjá fremsta mansliði hjá ÍF Føroyum eftir summarsteðgin.

 

Og í dag hevur felagið sett nýggjan venjara. Nýggjur maður í venjarasessinum er núverandi 2. Liðsvenjarin hjá ÍF Føroyum, Niels Strøm Rødgaard. Tvørámaðurin, ið kom til felagið fyri einum ári síðani, megnaði at fáa 2. lið at flyta upp í seriu 1, og tílík framgongd gjørdi Niels til upplagdan avloysara fyri Christian Høgna.

 

Fremsta mansliðið hjá ÍF Føroyum hevur longu 9. august steypadyst á heimavølli móti VB 1968, og 20. august verður landskappingin skotin í gongd á útivølli móti Amager FF.