ÍF Føroyar hevur nevnliga gjørt formliga samstarvsavtalu við Fremad Amager. Eina avtalu, sum í fleiri mátar tykist gera útisetafelagið til eitt meira spennandi felag.
- Fundamentið hjá felagnum hevur altíð verið tann sosiali parturin, og tað fer tað framvegis at vera. Hinvegin hevur felagið seinnu árini havt eitt gott fyrstalið, har flestu spælararnir hava royndir úr fremstu føroysku deildini. Tað ger væl av sær sjálvum, at ambitiónirnar og vinnaraviljin á liðnum verður sterkari, og á tann hátt er liðið vorðið meira seriøst, sigur Eyðun Højgaard, formaður í ÍF Føroyum.
Men kann hetta ikki eisini stuðla uppundir, at onkur evnaríkur spælarar í framtíðini vilja royna tykkum sum lopfjøl til bestu donsku deildirnar?
- Tað er ikki óhugsandi, og slíkir spælarar skulu so sanniliga vera vælkomnir. Tað, sum eg meini við, er tó, at ambitiónirnar hjá felagnum ikki kunnu vera hægri enn eitt vist. Og í toppinum eru tað ambitiónirnar hjá spælarunum og venjarunum, sum stýra hesum.
Formaðurin vísir eisini á, at felagið kann virka sum trygdarnet hjá føroyskum spælarum. Hetta tí teir nú hava møguleikan at taka eitt stig niðureftir, um tilveran í einum elitufelag ikki júst er tann rætta.










