ÍF Føroyar endaði á fjórða plássi

Nú kappingin er at enda komin gjørdist greitt, at ÍF Føroyar endaði á einum fjórða plássi í Københavnsserien, sum telur fjúrtan liðum. ÍF Føroyar var seks stig aftanfyri liðini á øðrum plássi, sum hevði givið møguleika fyri uppflyting. ÍF Føroyar tapti tríggjar teir fyrstu dystirnar eftir summarsteðgin, tá liðið var illa mannað, og tað var ein dyggur smeitur.
Julian Hansen hevur saman við Frankie Jensen verið venjarar hjá liðnum í hesum kappingarárinum. Frankie og Julian høvdu felags ábyrgd av liðnum fyri summarsteðgin, men eftir at Frankie gjørdist venjari hjá Skjold, hevur Julian havt evstu ábyrgd av liðnum.