ÍF Føroyar byrjaði keðiligt

Liðið hjá føroysku útisetunum í Keypmannahavn, ÍF Føroyar, fekk ikki ta byrjanina upp á kappingarárið, teir høvdu ætlað. Tårnby FF var á vitjan, og talan gjørdist eisini um 0-3 sigur til gestirnar – tvey av málunum gjørd eftir beinleiðis fríspark. ÍF Føroyar haltaði aftan á gestunum so at siga allan dystin, hóast teir kortini ongantíð vóru spældir av vøllinum. ÍF Føroyar flutti niður í Seriu 1 í fjør, og tá Tårnby verður mett at vera millum sterkastu liðini í Seriu 1, eru vónirnar til kappingarárið kortini framvegis góðar.